GANDKVÆÐI TRÓNDAR

Tyr

Letra de la canción

Hevjið í homrum
harðmælta kvæðið,
villu valkyrjur,
vetrarins børn,
tit mínar frælsu,
froysandi hvirlur,
føddar av ódn.

Hastið í hernað
hamranmna døtur,
vekið til veldis
vilt glaðustrok;
gravið frá grunni
goysandi orrusturok.

Ramar eg risti
rúnir, ið rinda
ravni ræ.
Sanna skal Sigmundur,
Tróndur trøllsterkur kvað.

Verjast skal valhøll,
ið vølvur veittu
Miklum norðlanda monnum til mið.
Eydnast at inna
ei skal Signumdi
Eystlanda sið.

Fjallfríðu Føroyar,
ramasta rúnin,
ritað av gudum
um einstakra rætt!
Trygdareið Tróndur
hann treystligt at verja
svór síni ætt.

Hevjið í homrum
harðmælta kvæðið,
villu valkyrjur
veiti mær vørn.
Fram móti Sigmundi
skip hansar sorandi,
land honum forðandi,
fram móti kristni
kirkjurnar brótandi,
Tróndur til Tórs og til Óðins er blótandi,
høgt kvøður heiðin ørn.
fuente: musica.com

Letra añadida por: suomi

Tyr
Valora la calidad de la letra

Compartir 'Gandkvæði Tróndar'

compartir en facebook
compartir en google plus
compartir en twitter
Enviar letra a un mail
Imprimir letra
ir a arriba